FYRRVERANDI

FRAMSÝNINGAR:


Gamla Seglhúsið

(Klaksvík)


Biskupstorg

(Klaksvík)


Galleri Vognporten

(Mariager DK)


ListGraFo

(Tórshavn)


Listasavn Føroya

(Tórshavn)


Galleri Aadalen

(Langå DK)

 

Myndlist

(Tórshavn)


Smiðjuni í Lítluvík

(Tórshavn)

 

Ribarhús

(Fuglafjørður)

 

Lions

(Runavík)

 

Lions

(Tórshavn)

 

Býráðssalinum

(Runavík)

 

Norðoyarstevnuframsýningin

(Klaksvík)

 

Hotel Hafnia

(Tórshavn)


Keldan

(Skálabotnur)


Glarsmiðjan

(Tórshavn)

 

Gallarí Jinx

(Tórshavn)

 

SMS

(Tórshavn)

 

Eik bank

(Tórshavn)

 

Gamli handilin á Heiðunum

(Runavík)

 

Snarskivan

(Tórshavn)

 

Gallari Oyggini

(Tvøroyri)

 

KøbenhavnsKulturcenter

(KBH)

 

Savni á Myru

(Hov)

 

Lauritz

(Kolding)

 

Luritz

(Odense)


Gallarí Elisabeth

(Saltangará)

 

Løkshøll

(Runavík)

 

Østrøm

(Tórshavn)

 


 

U M / CV


Edith Mørkøre


Fødd 1979


Búðsitandi Inni á Gøtu í Hoyvík


Edith er autodidakt listafólk og hevur frá ungum árum havt áhuga fyri at skapa, tekna og mála. Hon hevur gingið á Háskúla í Rønde á listalinju og hevur gjøgnum tíðina luttikið á ymiskum skapandi skeiðum.

 

Síðani 2007 hevur Edith havt listina sum sítt høvusstarv og hevur so havt ymiskar freelance uppgávur afturat.


Edith málar og arbeiði á verkstaðnum á Argjum og arbeiðir har fyri tað mesta við strukturi og formum í akryl á lørift.


Edith er limur í ListGraFo - og arbeiður eisini við grafikkinum á ListGraFo verkstaðnum í Finsen.


Á atelierinum Inni á Gøtu í Hoyvík sýnir hon fram málningar og grafikk.


Edith samskipar skapandi og listarligar verkstovum har hon saman við fólki arbeiðir og undirvísir í ymiskari tøkni antin á atelierinum í Hoyvík ella sum Støkk-Upp tiltøk

Sí: www.litbrigdi.net.


Edith hevur síðani fyrstu framsýningina hennara í Smiðjuni í Lítluvík í 1999 luttyki á fleiri felags framsýningum, havt sjálvstøðugar framsýningar og sýnt fram á censureraðum framsýningum.


Egin orðing um listina og listarligu tilgongdina:

Eg finni íblástur úr náttúruni, vøkstri, fólkum, tónleiki og viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum.

Ofta er tað hendingar, sum eg sjálv ella fólk rundan um meg, koma út fyri sum geva íblástur til verkini.

Eg eri í løtuni nógv upptikin av speglingini millum ”fólk, lív og støður” og so ”plantir, trøð og trivnaði sum vøkstur er í”.

Vøkstur ímyndar í mínum huga lívsumstøður, sinnislag, viðgongd, mótgongd, byrjan av lívi, bestu árini, endan av lívinum, endurtøkuna av lívsins gongd og so framvegis.

"Mítt ynski er at míni verk vekja okkurt innaní hjá teimum í síggja..."



Edith hevur millum annað eisini havt uppávurnar at listprýða:

"Árið hjá Fiskimonnum" - Bókaútgáva hjá Fiskimannafelagnum.

"Manna" Brettspæl.

"Mín Jólabók 2014" - hjá BFL.

"Mín Jólabók 2015" - hjá BFL.

"GÓÐA SYSTIR -ein dagbók til Arnvør." hjá Margit M. Badsager "Sprotin"


Edith var útbúgvi sølufólk í 2003 -"Innan sølu av listavørum og útgerð". -Eftirfylgjandi hevur hon starvast sum leiðari og samskipari og eisini hevur hon víðariment seg innan leiðslu hjá ConTra Danmark í 2006.

Hon hevur síðan 2007 afturat sínum listiarliga arbeiði, arbeitt freelance innan handilsuppbygna- "conseptforståelse", marknaðarføring og dekoratión fyri ymiskar privatar fyritøkur eisini hevur hon røkt uppgávu sum curator á gallaríi.



Edith er gift við Kristoffer Mørkøre og saman eiga tey børnini Heina og Doru.