VÆLKOMIN INN Í MÍN SKAPANARHEIM . . .
Á hesari heimsíðuni hevur tú møguleika at síggja eitt úrvæl av mínum málningum, síggja hvar eg fari at hava framsýningar og annars fylgja við í hvat hendur í mínum skapanarheimi. . .
k o m a n d i
L I S T A F R A M S Ý N I N G A R
____________________
Í løtuni
Á Atelierinum
Ovaragøta 48 kj.
Opið eftir avtalu tlf 283319
____________________
12. feb - 4. mar. 2021
Ribarhús í Fuglafirði
Grafikklistaframsýning
____________________
19. - 23. feb. 2021
SMIÐJAN Í LÍTLUVÍK
Hátrýst - Grafikkur í Smiðjuni
____________________
1. - 6. des. 2022
SMIÐJAN Í LÍTLUVÍK
T Í Ð I N D I R
_______________________________________
14/1´21
Hátrýst - Grafikkur í Smiðjuni frá 19. til 23. feb 2021
Eitt hátrýst legst yvir Smiðjuna nú tær fimm, Asla Rannvá Svensson, Edith Mørkøre, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Rakel Helmsdal og Rikke Bak lata upp framsýninga "HáTrýsT", ið vísir grafiska list í øllum sínum fjølbroytni.
_______________________________________
21/3´20
Afturlit
Hettar kom eg fram á, nú eg í Corona-tíðini havi haft tíð at hyggja ígjøgnum eldri tilfar og myndir . . .
Hettar er frá ymiskum framsýningum í tíðarskeiðnum frá 2005 til 2010.
Hvar fór tíðin . . .
_______________________________________
2/10´18
Verkstaðurin er nú fluttur niðan til Inni á Gøtu.
Á vári 2018 var fari undir at arbeiða miðvíst við at bróta niður og umbyggja so at Verkstaðurin/Gallaríið kundi flyta niðan aftur sum upprunaliga var ætlanin tá húsini vóru bygd.
Hesi 12 árðini har rokast hevur verði á Argjum í góðum umstøðum, hava verði góð men gleðiligt er at flyta niðan aftur so tað er lættari at vera virkin í tí dagliga.
Og so er tað ikki minni gott at kunna sparra við mannin, hoyra bakgrunds-tónleik og deila kaffistovuna við Kris -stuff STUDIO
_______________________________________
1/10´20
Ein spennandi uppgáva.
Her eru nakrar myndir av tveimum verkum eg havi arbeitt uppá í eina tíð nú.
Nú eru verkini komin upp at hanga hjá eigaranum . . .
Løriftini havi eg spent upp eftir sermáti og passa tey tí sera væl í hettar høga trappuhornið . . .
Eg eri væl nøgd og eigarin glaður:-)
Gott at eiga ein mann sum ikki ræðist hæddir ;-)
_______________________________________
16/11´19
Framsýningin í Ribarhúsi´19
Her eru nakrar myndir frá framsýningini í Ribarhúsi okt-nov 2019
_______________________________________
16/6´18
Framsýningin í Myndlist
Her eru nakrar myndir frá framsýningini "Litbrigdi lívsins" í Myndlist í mai 2018
_______________________________________
10/8´20
Corona´Ólavsvøkan 2020
Her eru nakrar myndir frá tiltakinum Inni á Gøtu, har eg og maðurin høvdu "Opið Atelier & Studio", eitt væl eydna tiltak við nógvum vitjandi...
_______________________________________
Oktober´19
NÓN vitjar framsýningina
Hoyr samrøðuna við Gunnar Nolsøe KVF, í samband við ferniseringina í Ribarhúsi:
Byrjar 23.50” inn í sendingina...:
_______________________________________
6/2´18
Nýggj byrjan...
Eftir ein longri steðg við málingini, orsaka av broytingum í lívinum har tíðin, orkan og hugurin ikki hevur verði til staðar, eri eg so smátt komin í gongd aftur á verkstaðnum…
”Mítt VERKSTAÐ er mín
URTAGARÐUR”:
Eg síggji mítt verkstað á Argjum, sum ein
urtagarð sum hevur brúk fyri røktan eftir ein langan harðan vetur… Eg má enn vera tolin tí enn er ov kalt og moldin er enn ikki klár at fara grundiga ígjøgnum…
"Ótrúligt at veturin hevur varða í 3 ár og alt stendur púrasta órørt og bíðar…"
”Nú eru gamlir turkaðir penslar settir á blot, onkur lørift flutt og nakrar strikur komnar í skitsublokkin” gleði meg til tað byrjar at nørðast…