Á hesari heimsíðuni hevur tú møguleika at síggja eitt úrvæl av mínum málningum, síggja hvar eg fari at hava framsýningar og annars fylgja við í hvat hendur í mínum skapanarheimi. . .
k o m a n d i
L I S T A F R A M S Ý N I N G A R
__________________________
6. juni. - 7. oktober. 2024
Nordatlantisk Hus
i Odense
__________________________
2. mai. - 6. mai. 2025
SMIÐJAN Í LÍTLUVÍK
____________________________
Vitjan á Atelierinum/Gallarínum
eftir avtalu tlf 283319
VÆLKOMIN INN Í MÍN SKAPANARHEIM . . .
T Í Ð I N D I R
juni ´24
"Framsýning á Nordatlantisk Hus í Odense 🇩🇰"
Í døgunum frá 6. juni til og við 7. oktober sýnir Eg fram í Nordatlantisk Hus í Odense.
Framsýningin hevur heitið ”I naturen, af naturen” og umfatar ymiska grafikk tøknir so sum monotypi,
collografi og serigrafi.
Síggj myndir frá ferniseringini her: MYNDIR FRÁ FERNISERINGINI 6.JUNI
.
______________________________________
des ´23
"Opið Atelier"
Eins og undanfarnu ár standa dyrnar aftur opnar á atelierinum ávísar dagar fyri jól.
Eg bjóði kaffi/te, piparnøtur og karamellir.
Eg havi leita og sett bæði nýggj og eldri verk fram til tey vitjandi at síggja.
OPIÐ ER;
Hósdagin 7. desembur frá kl 11.00 til 18.00
Fríggjadagin 8. desembur frá kl 11.00 til 18.00
Hósdagin 14. desembur frá kl 11.00 til 16.00
Fríggjadagin 15. desembur frá kl 11.00 til 18.00
Tú ert hjartaliga vælkomin at bjóða øðrum við
Vinarliga
Edith Mørkøre
______________________________________
des ´23
"Framsýning í Smiðjuni í Lítluvík fyrista vikuskiftið í desembur"
Í døgunum frá 1. til og við 5. desembur sýni eg fram í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin hevur heitið ”Manna Millum”.
Fernisering verður fríggjadagin 1. desembur kl. 16.00
Øll eru vælkomin…
Framsýningin fevnir um málningalist, har arbeitt hevur við kompositiónum har eg loyvi impressionismuni at blíva ekspressionisma.
Hettar sæst aftur í strukturum og formum í akryl, har fólk sýnast at trína inn, fjara út ella møtast á løriftsyvirflatuni.
Í loftsrúminum í Smiðjuni hevur grafikkurin eisini fingið sítt pláss.
______________________________________
juni´23
"Grafikkur á heimasíðuni"
Nú er eisini eitt úrvæl av grafikkverkum at síggja á heimasíðuni.
______________________________________
des ´22
"GLØGG Á ATELIERINUM"
Eins og undanfarnu ár standa dyrnar aftur opnar á atelierinum ávísar dagar vikuna fyri jól.
Eg bjóði gløgg, mandarinir, piparnøtur og karamellir.
Eg havi leita og sett bæði nýggj og eldri verk fram til tey vitjandi at síggja.
Talan er um:Sunnudagin 18. desembur frá kl 14.00 til 18.00
Týsdagin 20. desembur frá kl 14.00 til 18.00
Hósdagin 22. desembur frá kl 14.00 til 18.00
Tú ert hjartaliga vælkomin at bjóða øðrum við
Vinarliga
Edith Mørkøre
______________________________________
nov´22
Málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í desembur 2022
Í løtuni leggji eg allar seinastu hond á verkini til framsýningina “Eygleiðingar” í Smiðjuni í Lítluvík 2. til 6. desembur.
Ferniseringin er fríggjadagin 2. desembur kl. 16.00 og øll eru vælkomin...
* Eg greiði frá evninum og tilgongdini í sambandi við framsýningina.
* Lena hevur tónleikaframførslu.
* Borðreitt verður við góðum til góman.
Um framsýningina:
“Eygleiðingar úr mínum “dagliga lívi” her heima í Føroyum - og higani út í heim.
Heimurin sær annarleiðis út í dag, í mun til fyri stuttari tíð síðani. Broytingar og ósvaraðir spurningar standa fyri framman, bæði fyri tann einstaka og fyri fjøldina. Hetta fær meg at seta spurningar, endurspegla støður og leita fram til loysnir. Tað er tað, sum hevur givið íblástur til myndaevnini á hesari framsýningini”
Opið er í soleiðis í Smiðjuni í Lítluvík um vikuskiftið:
Fríggjadagin 2. des frá kl. 16.00 til kl. 19.00
Leygardagin 3. des frá kl. 12.00 til kl. 18.00
Sunnudagin 4. des frá kl. 14.00 til kl. 18.00
Mánadagin 5. des og týsdagin 6. des frá kl. 12.00 til kl. 18.00
______________________________________
14/1´21
Hátrýst - Grafikkur í Smiðjuni frá 19. til 23. feb 2021
Eitt hátrýst legst yvir Smiðjuna nú tær fimm, Asla Rannvá Svensson, Edith Mørkøre, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Rakel Helmsdal og Rikke Bak lata upp framsýninga "HáTrýsT", ið vísir grafiska list í øllum sínum fjølbroytni.
______________________________________
1/10´20
Ein spennandi uppgáva.
Her eru nakrar myndir av tveimum verkum eg havi arbeitt uppá í eina tíð nú. Nú eru verkini komin upp at hanga hjá eigaranum . . .
Løriftini havi eg spent upp eftir sermáti og passa tey tí sera væl í hettar høga trappuhornið . . .
Eg eri væl nøgd og eigarin glaður:-)
Gott at eiga ein mann sum ikki ræðist hæddir ;-)
______________________________________
2/10´18
Verkstaðurin er nú fluttur niðan til Inni á Gøtu.
Á vári 2018 var fari undir at arbeiða miðvíst við at bróta niður og umbyggja so at Verkstaðurin/Gallaríið kundi flyta niðan aftur sum upprunaliga var ætlanin tá húsini vóru bygd.
Hesi 12 árðini har rokast hevur verði á Argjum í góðum umstøðum, hava verði góð men gleðiligt er at flyta niðan aftur so tað er lættari at vera virkin í tí dagliga.
Og so er tað ikki minni gott at kunna sparra við mannin, hoyra bakgrunds-tónleik og deila kaffistovuna við Kris -stuff STUDIO
______________________________________
6/2´18
Nýggj byrjan...
Eftir ein longri steðg við málingini, orsaka av broytingum í lívinum har tíðin, orkan og hugurin ikki hevur verði til staðar, eri eg so smátt komin í gongd aftur á verkstaðnum…
Tankar.... ”Mítt VERKSTAÐ er mín URTAGARÐUR”:
Eg síggji mítt verkstað á Argjum, sum ein
urtagarð sum hevur brúk fyri røktan eftir ein langan harðan vetur… Eg má enn vera tolin tí enn er ov kalt og moldin er enn ikki klár at fara grundiga ígjøgnum…
"Ótrúligt at veturin hevur varða í 3 ár og alt stendur púrasta órørt og bíðar…"
”Nú eru gamlir turkaðir penslar settir á blot, onkur lørift flutt og nakrar strikur komnar í skitsublokkin” gleði meg til tað byrjar at nørðast…
______________________________________