k o m a n d i

L I S T A F R A M S Ý N I N G


____________________


Í løtuni:

Eitt úrvæl av grafikkmyndum

er at síggja og til sølu í

Myndlist á Tórsgøta 16.


____________________


Í løtuni:

Altíð opin fyri at fáa vitjan

á Atelier / Gallarínum

Inni á Gøtu í Hoyvík

 ring tlf 283319

____________________




25. Juni - 8. Juli


50´ára Varmakulduframsýning

Fuglafjørður

 


V Æ L K O M I N    I N N A R    Í    M Í N    S K A P A N A R H E I M


Á hesari heimsíðuni hevur tú møguleika, at fylgja við í hvar eg havi haft ella fari at hava listaframsýningar,

síggja eitt úrvæl av mínum málningum og annars fylgja við í hvat hendur í mínum skapanarheimi. . .

2/10´18


Atelier/Gallaríið er nú flutt niðan á Ovarugøtu 48kj.


Á vári 2018 var fari undir at arbeiða miðvíst við at bróta niður og umbyggja so at Atelier/Gallaríið kundi flyta niðan aftur sum upprunaliga var ætlanin var tá húsini vóru bygd.

Hesi 12 árðini har rokast hevur verði á Argjum í góðum umstøðum, hava verði góð men gleðiligt er at flyta niðan aftur so tað er lættari at vera virkin í tí dagliga.

Og so er tað ikki minni gott at kunna sparra við mannin, hoyra bakgrunds-tónleik og deila kaffistovuna við Kris -stuff STUDIO

16/6´18


Her eru nakrar myndir frá framsyningini í Myndlist í mai´18

6/2´18


Eftir ein longri steðg við málingini, orsaka av broytingum í lívinum har tíðin, orkan og hugurin ikki hevur verði til staðar, eri eg so smátt komin í gongd aftur á verkstaðnum…








”Mítt VERKSTAÐ er mín URTAGARÐUR”:

Eg síggji mítt verkstað á Argjum, sum ein

urtagarð sum hevur brúk fyri røktan eftir ein

langan harðan vetur… Eg má enn vera tolin tí enn er ov kalt og moldin er enn ikki klár at fara grundiga ígjørnum…

"Ótrúligt at veturin hevur varða í 3 ár og alt stendur púrasta órørt og bíðar…"


”Nú eru gamlir turkaðir penslar settir á blot, onkur lørift flutt og nakrar strikur komnar í skitsublokkin” gleði meg til tað byrjar at nørðast…